Innflutningurin nógv vaksin

Innflutningurin nógv vaksin
Vit innfluttu metnógv akfør í fjør, vísa tøl hjá Hagstovuni.
 
17.02.2018 - 10:46

Vit innfluttu fyri 7,2 milliardir krónir í fjør. Tað eru 650 milliónir krónur enn árið fyri, ein vøkstur á 10%.

Tað skrivar Hagstovan á heimasíðuni.

Innflutningurin av brennievni er vaksin 300 mió. kr., og kemur hetta bæði av, at prísurin er farin upp, og at størri nøgdir eru innfluttar.

Eisini innfluttu vit munandi fleiri. Vit innfluttu akfør fyri hálva milliard krónur í fjør. Tað er 20% meir enn árið fyri. Hetta er tað mesta nakrantíð, sum er brúkt uppá bilar, og samanborið við 2009, tá innflutningurin var í botni, er talan um eina fimmfalding.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334