Menn fáa flest atkvøður, og kvinnur velja kvinnur

Menn fáa flest atkvøður, og kvinnur velja kvinnur
Tað vísir ein kanning, sum Gallup hevur gjørt fyri Demokratia í sambandi við aðalorðaskiftið í tinginum í dag um javnstøðupolitikk.
 
27.02.2018 - 08:25

Tá ið ræður um val, verða valdir fleiri menn enn kvinnur.

Kanningin vísir, at tilsamans valdu 36% av teimum spurdu kvinnur, og 57% valdu menn.

Men kanningin vísir eisini, at kvinnur velja oftari kvinnur enn menn. 

Á seinasta løgtingsvali valdu 48% av teimum spurdu eina kvinnu, men bara 25% av monnunum valdu eina kvinnu. Tølini fyri seinasta kommunuval eru ávikavist 57% og 31%.

Demokratia heldur, at hetta úrslitið vísir, at tað er ikki rætt, tá tað onkuntíð hoyrist, at kvinnur velja ikki kvinnur. Heldur eru tað menninir, sum enn velja menn.

Kanningin vísir, at 81% av teimum spurdu taka undir við javnstøðu í politikki. Men fólk vilja ikki, at lóggevast skal fyri javnstøðu á løgtingi og kommunustýrum.

Hugburðurin er tann sami, tá spurt verður um barnsburðarfarloyvi. 86% av teimum spurdu svara, at foreldur skulu sjálvi býta farloyvið millum sín.

Kanningin vísir eisini, at kvinnurnar hava høvuðsábyrgdina av at keypa húsarhaldsvørur, gera døgurða, vaska klæðir, gera reint, fara til lækna ella tannlækna við børnum, og at vera heima hjá sjúkum barni.  

522 fólk, 18 ár og eldri, vórðu spurd í kanningini, sum Demokratia hevur latið gera. Hon varð gjørd frá 19. desember í fjør til 3. januar í ár. 

Aðalorðaskifti í dag

Í dag verður aðalorðaskifti í løgtinginum um javnstøðu, og tað byrjar klokkan kl.11.00.

Sambært einari frágreiðing, sum Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, hevur fingið gjørt og lagt fyri tingið mikudagin, taka føroyskir pápar taka bara 7% av barsilsfarloyvinum, men mammurnar taka 93%.

Tølini eru frá 2016.

Luturin hjá føroysku pápunum í barsilsfarloyvinum er minni enn í okkara grannalondum.

Aðalorðaskiftið í dag verður millum annað um barsilsfarloyvið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329