Vera við um alt meirvirðisgjaldið fæst aftur

Vera við um alt meirvirðisgjaldið fæst aftur
Tórshavnar kommuna finst at landinum fyri ikki at gera íløgur í ítrótt. Vil vera við, um MGV verður afturgoldið 100 prosent.
Tórshavnar kommuna brúkar minst 115 mió. kr. til Tórsvøll. Vil hava landið at brúka pengar eisini.
 
03.03.2018 - 11:37

Skulu kommunurnar vera við til at fáa Oyggjaleikirnar til Føroya í seinasta lagi í 2029, eiga tær at fáa alt meirvirðisgjaldið av íløgum í ítrótt aftur, ikki bara tríggjar fjórðingar sum nú. 

Tað heldur Tórshavnar kommuna, nú landið ætlar at veita trygd fyri tíggju milliónum krónum til Oyggjaleikir í Føroyum, og tann trygdin er galdandi til 2029.

Skulu Oyggjaleikir aftur vera í Føroyum, setir tað stór krøv til ítróttaanleggini í landinum, sigur Tórshavnar kommuna.

Farnu árni hevur gongdin verið tann, at landið at kalla er givið at fíggja ítróttaanlegg, eisini anlegg, sum eru at meta sum landsítróttaanlegg. 

Henda gongdin ger, at Tórshavnar kommuna hevur lagt lutfalsliga nógvar íløgur í ítróttaanlegg. 

Samtykt við treyt

Tórshavnar býráð hevur einmælt samtykt, at Tórshavnar kommuna tekur undir við lógaruppskotinum um at veðhalda fyri Oyggjaleikum.

Men samstundis skal landið skapa betri fíggjarligar fyritreytir fyri, at kommunurnar kunnu fáa til vegar neyðugu ítrótttaanleggini.

Landskassin skal veita trygd fyri tíggju milliónum krónum til Oyggjaleikir í Føroyum.

Fyri at kunna søkja um leikirnar krevst, at Føroyar koma við einari fíggjarligari trygd saman við umsóknini.

Oyggjaleikanevndin vil, at limalond í seinasta lagi sjey ár frammanundan gera vart við, at tey vilja hava leikirnar.

Føroyar hava einaferð fyrr hýst oyggjaleikunum. Tað var í 1989.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. juli
Radio Stjernekilde - Partur 10
209140
Fríggjadag 24. juli
Vikuskiftið 24. juli 2026
211275
Fríggjadag 24. juli
Praktikanturin #21: Tilda West
211268
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. juli
Veðrið
211272
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098