Føroysk vakurleikarøkt vann FM í Ungum Virki

Føroysk vakurleikarøkt vann FM í Ungum Virki
Faroe Sea Beauty, sum vinnarafyritøkan eitur, arbeiðir við at framleiða og selja vakurleikarøkt úr vistfrøðiligari, føroyskari rávøru.
Faroe Sea Beauty vann ein kekk á 5.000 krónur og eina ferð til Danmarkar við uppihaldi, tá DM í Ungum Virki verður.
 
11.03.2018 - 10:57

Fríggjadagin var finalan í Ungum Virki hildin.

Tað vóru genturnar Bjørt Nielsen, Signa Hansen og Rakul Skaalum, ið myndaðu bólkin Faroe Sea Beauty frá Miðnámi á Kambsdali, sum vunnu FM heitið í Ungum Virki 2018. Tað stendur at lesa í tíðindaskrivi frá Ungum Virki.

Faroe Sea Beauty arbeiðir við at framleiða og selja vakurleikarøkt úr vistfrøðiligari føroyskari rávøru.

Vinningurin var ein kekkur á kr. 5.000 frá Betri og ein ferð við uppihaldi í Keypmannahavn, har tær fara at umboða Føroyar til DM tann 18. apríl.

Níggju bólkar við í kappingini

Bólkur nummar tvey var Laksalux frá Miðnámi á Kambsdali, sum framleiðir heilsugóðar matvørur úr føroyskum laksi og gagnnýtir rávøru, ið annars verður beind burtur. Nummar trý gjørdist Apatité frá Tekniska Skúla í Klaksvík, sum hevði ment eina serliga skipan til at dyrka plantur og grønmeti, sum annars ikki kunnu vaksa í Føroyum.

Tilsamans luttóku níggju bólkar í kappingini, og høvdu tey øll sera áhugaverd virkishugskot, sum tey hava arbeitt við, síðani byrjanina av skúlaárinum 2017/2018.

Í dómsnevndini sótu Hilmar Sam Lamhauge og Liljan Djurhuus frá Betri, Rói B. Poulsen frá Hey, Dánjal Samuelsen frá KT-húsinum, Sóley Hammer frá Íverksetarahúsinum og Durita Samuelsen frá Hugskotinum. Regin W. Dalsgaard Býlings- og marknaðarstjóri í SMS var høvuðsdómari.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858