May setir spurnartekin við eitran av njósnara

May setir spurnartekin við eitran av njósnara
Vistu bretskir myndugleikar, hvør skipaði fyri, at ein fyrrverandi russiskur dupultnjósnari og dóttir hansara vórðu eitrað?
Sergej Skripal og dóttir hansara, Yulia.
Mynd: bbc.co.uk  
 
12.03.2018 - 10:30

Tann spurningurin er á skránni, tá Theresa May, forsætisráðarri, í dag fer at hitta fleiri ráðharrar, fregnartænastuleiðarar og herleiðarar í landsins trygdarráði.

BBC sigur, at trygdarráðið fer at viðgera spurningin, um nóg nógv prógv eru, sum kunnu siga, hvør skipaði fyri eitringini, og um nøkur stig skulu takast.

Bæði njósnarin, 66 ára gamli Sergei Skripal, og 33 ára gamla dóttir hansara, vórðu eitrað í bretska býnum Salisbury. Tey liggja bæði á sjúkrahúsi, og støðan er álvarsom, sigur BBC. 

Í 2006 dømdi ein russiskur dómstólur Sergei Skripal 13 ára fongsul fyri at hava njósnast fyri bretsku fregnartænastuna, MI6.

Í 2010 varð hann latin leysur, tá Russland og USA útflýggjaðu njósnarar, og síðani hevur Skripal verið í Bretlandi.

Russiska stjórnin hevur fleiri ferðir víst aftur, at Russland hevur nakað við málið at gera.

Bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson, hevur sagt, at Bretland fer at svara aftur, verður tað prógvað, at Russland var uppií, tá Skripal og dóttir hansara vórðu eitrað. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025