Kanna fleiri deyðsføll eftir eitran

Kanna fleiri deyðsføll eftir eitran
Bretska løgreglan skal kanna 14 deyðsføll í Bretlandi seinastu árini, fyri at fáa greiðu á, um Rusland kann hava havt ein fingur við í spælinum
 
14.03.2018 - 08:34

Tað hevur bretski innanríkisráðharrin, Amber Rudd, tikið avgerð um, eftir at tað gerst meira og meira sannlíkt, at Rusland stóð fyri at eitra ein fyrrverandi njósnara og dóttir hansara herfyri.

Hóast kanningar nú skulu gerast, so er eingin illgruni um, at Rusland hevur havt nakað við tey deyðu at gera, men fleiri miðlar hava skrivað um deyðsføllini, og at Rusland skuldi hava ábyrgdina.

Russiski uttanríkisráðharrin, Sergej Lavrov, vísir aftur, at Rusland hevði nakað at gera við at fyrrverandi njósnarin og dóttirin vórðu eitrað.

Sergej Skripal og dóttirin, Yulia, vórðu funnin lívleys á einum beinki í býnum, Salisbury. Tey hava ligið á sjúkrahúsi síðani næstseinasta sunnudag.

Bretski forsætisráðharrin, Theresa may, segði fyrradagin, at nógv talar fyri, at tey bæði vórðu eitrað, og at leivdir av nervaeitri eru funnin, og slíkt eitur gjørdi russiski herurin uppundir endan av kalda krígnum.

- Annaðhvørt stóð Rusland fyri atsóknini á bretskum øki, ella hevur Rusland mist tamarhaldið á sera vandamikla nervaeitrinum, sum síðani er komið í skeivar hendur.

Hon gav Ruslandi freist til á midnátt í gjár at greiða frá, hvussu Sergej og Yulia Skripal vórðu eitrað á bretskari jørð. Men einki svar kom frá Russlandi. 

Ein talsmaður fyri forsætisráðharran sigur, at tjóðskaparliga trygdarráðið í Bretlandi skal hava fund aftur, áðrenn Thersa May, forsætisráðharri fer at boða frá tiltøkum ímóti Ruslandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 1. mai
Grønir fingrar (1:3)
191286
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117