Útlendskt fakfelag stúrir fyri pensjónsnýskipan

Útlendskt fakfelag stúrir fyri pensjónsnýskipan
Politiforbundet í Danmark hevur spurt løgtingið, um ætlaða mótrokningin í grundupphæddini fer at raka limir felagsins í Føroyum
Politiforbundet spyr løgtingið um støðuna hjá limum sínum, tá pensjónsnýskipanin kemur.
 
16.03.2018 - 11:47

Eisini útlendsk fakfeløg, sum hava limir í Føroyum, eru í iva um pensjónsnýskipanina.

Politiforbundet í Danmark hevur spurt løgtingið, um ætlaða mótrokningin fer at raka limir felagsins í Føroyum.

Felagið sigur, at limur í felagnum, sum hevur arbeitt í 37 ár, fær 19.600 kr. um mánaðin í pensjón afturat grundupphæddini í fólkapensjónini.

Nú vil Politiforbundet hava at vita, hvussu støðan verður hjá einum polititænastumanni eftir, at pensjónsnýskipanin er samtykt.

Felagið vil hava at vita, um limir tess verða "revsaðir", tí teir alt arbeiðslívið hava spart upp til egna pensjón.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655