Sarkozy skuldsettur fyri mutur

Sarkozy skuldsettur fyri mutur
Fyrrverandi franski forsetin, Nicolas Sarkozy, er skuldsettur fyri mutur, fyri at hava fíggjað valstríð ólógliga og svikað við almennu peningi
 
22.03.2018 - 09:12

Tað skrivar franskir miðlar, teirra millum Le Monde.

Sarkozy er skuldsettur, eftir at løgreglan hevur avhoyrt hann í meira enn 20 tímar, um hvussu forsetavalstríðið varð fíggjað í 2007.

Fronsku antikorrupsjóns-myndugleikarnir hava kannað málið í fimm ár. 

Sarkozy hevur verið undir illgruna fyri at hava tikið í móti 50 milliónum evrum frá stýrinum hjá fyrrverandi libyska leiðaranum, Gadaffi, at reka valstríð fyri í Fraklandi.

Upphæddin er tvær ferðir størri, enn lógin loyvir politikarum í Fraklandi at taka ímóti í stuðli. Og hetta stríðir eisini ímóti reglunum um at taka ímóti útlendskum peningastuðli.

Sarkozy hevur víst øllum skuldsetingum aftur.

Nicolas Sarkozy var forseti í Fraklandi frá 2007 til 2012. Hann er framvegis virkin í politikki í Fraklandi. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Sunnudag 6. september
Tónleikur í 13 øldir (10:10)
210353
Sunnudag 6. september
Bolero 06 sep 2026
212774
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarða kirkju
212776
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598