Enn óvist hvar eitrið varð framleitt

Enn óvist hvar eitrið varð framleitt
Tað ber framvegis ikki til at siga við vissu, hvar nervagassið av slagnum "novichok", sum varð brúkt til eiturálopið í Salisbury, varð framleitt.
Sergej Skripal og dóttir hansara vórðu funnin eitrað á einum beinki í Salisbury
 
04.04.2018 - 08:59

Tað ber framvegis ikki til at siga við vissu, hvar nervagassið av slagnum "novichok", sum 4. mars varð brúkt til at eitra ein fyrrverandi russiskan njósnara og dóttir hansara, varð framleitt.

Tað sigur Gary Aitkenhead, leiðari fyri granskingarstovnin hjá bretsku hermegini, Defence Science and Technology Laboratory í Porton Down, við Sky News.

Sambært Gary Aitkenhead ber til at staðfesta, at talan var um nervagassið av slagnum "novichok", og at hetta er av hernaðarligum uppruna. 

- Vit hava ikki eyðmerkt neyvu kelduna, men hava givið okkara vísindaligu vitan víðari til bretsku stjórnina, sum hevur brúkt nógvar aðrar keldur til at gera sínar niðurstøðu, sigur Gary Aitkenhead.

Hann leggur dent á, at tað ikki var uppgávan hjá teirra fólki at staðfesta, hvar eitrið varð framleitt.

Sambært leiðaranum fyri granskingarstovnin er sera krevjandi at framleiða hetta slagið av nervagassi, sum gamla Sovjetsamveldið fyrstu ferð menti í endanum av kalda krígnum.

Russiska stjórnin hevur fleiri ferðir staðiliga víst aftur, at Russland stendur aftanfyri atsóknina móti 66 ára gamla, fyrrverandi njósnaranum Sergej Skripal og 33 ára gomlu dóttir hansara Juliu, sum vórðu eitrað í bretska býnum Salisbury hin 4. mars.

Russiski forsetin, Vladimir Putin, segði við fjølmiðlar í gjárkvøldi, at tørvur er á einari neyvari kanning av atsóknini í Salisbury, og Russland skal vera við í hesum kanningararbeiði. 

Putin segði seg vera ovfarnan av, hvussu skjótt anti-russiska herferðin er sett í gongd.

Russiski forsetin vísti í sama viðfangi á, at okkurt um 20 lond hava førleikarnar at framleiða nervagassið novichok.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 4. oktober
Møti í Filadelfia í Gøtu
214246
Sunnudag 4. oktober
Guðstænasta í Gøtu kirkju
214240
Leygardag 3. oktober
Plátupanelið #42 (1996)
214225
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162