SAS bílagt 50 flogfør

SAS bílagt 50 flogfør
SAS hevur bílagt 50 flogfør av slagnum Airbus 320neo fyri tilsamans umleið 24 milliardir krónur, upplýsir felagið
 
10.04.2018 - 12:57

Fyrstu 15 flogførini verða latin frá 2019 til 2021, og tey verða langtíðarleigað. Hini 35 flogførini verða latin av verksmiðjuni til 2023.

Tá SAS hevur fingið øll tey nýggju flogførini, hevur flogfelagið tilsamans 80 flogfør av hesum slagnum.

Nýggju flogførini brúka 15-20 % minni brennievni enn tey, sum verða tikin úr flúgving sum frá líður.

SAS brúkar eisini Airbus 320neo á Føroya-rutuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Veðrið
215860
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775