Tunlar Norður um Fjall ikki framskundaðir

Tunlar Norður um Fjall ikki framskundaðir
Meirilutin í rættarnevndini tekur ikki undir við uppskotinum um at framskunda og knýta tunlarnir Norð um Fjall í Norðoyatunnilin
 
19.04.2018 - 08:39

Tunlarnir Norð um Fjall, tað eru tunnilin til Árnafjørð og tunnilin til Norðdepil og Hvannasund, verða ikki framskundaðir og verða heldur ikki fíggjaðir av Norðoyatunnlinum.

Meirilutin í rættarnevndini tekur ikki undir við uppskotinum frá andstøðutingfólkum um at knýta tunlarnir Norð um Fjall uppí PF Norðoyatunnlin.

Andstøðan legði uppskot fram um hetta, tí andstøðan metir, at hetta hevði framskundað tunlarnar eini trý-fýra ár, og sloppið hevði verið undan at brúkt meira, enn tað fíggjarkarmarnir siga.

Men meirilutin í Rættarnevndini heldur tað ikki vera skilagott, at taka einstakar verkætlanir burtur úr frammanundan raðfestu samferðsluætlanini hjá Landsverki og fíggja hesar við gjaldsvegum/tunlum, sum tilvildarliga liggja nærindis, sum meirilutin málber seg.

Hinvegin metir minnilutin, tað eru umboðini hjá andstøðuni, at tað er so akut nú, at verkætlanin má í gongd beinanvegin og kann ikki bíða eftir, at pláss kann finnast innan fyri íløgukarmar landsins.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961