Flaggdagur í dag

Flaggdagur í dag
Tann 25. apríl í 1940 bleiv Merkið góðkent sum flaggið hjá Føroyingum
 
25.04.2018 - 08:17

Í dag er 25. apríl, og tað er flaggdagur.

Henda dagin í 1940 bleiv Merkið viðurkent av bretska hersetingarvaldinum sum føroyskt flagg.

Fleiri staðni kring landið verður hetta hátíðarhildið við flaggdagshaldi.

Røður, sangur og tónleikur plaga at vera fastir tættir á flaggdegnum.

Í løgtingslógini um Merkið stendur soleiðis:

Føroya flagg er hvítt krossmerki. Krossurin er fagurreyður (PMS 032) og azurblárandaður (PMS 300). Reyði liturin er 1/8 av flaggsins breidd og bláu rendurnar 1/2 av reyða litinum. Teir hvítu teigarnir eru ferhyrndir. Teir næst stongini javnliðaðir, men hinir tvær ferðir so langir. Munurin millum breidd og longd flaggsins er sum 8-11. 

Flaggdagur er almennur frídagur.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Leygardag 19. september
Upp á tá - 180926
213505
Fríggjadag 18. september
Vikuskiftið 18 sept 2026
213496
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. september
Guðstænasta
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311