Mótmæla dóm í neyðtøkumáli

Mótmæla dóm í neyðtøkumáli
Triðja dag á rað eru meira enn 30.000 fólk í gøtunum í Spania og mótmæla dómin, ið varð kunngjørdur hósdagin í einum tvey ára gomlum neyðtøkumáli
Fleiri túsund fólk mótmæla neyðtøkumálið á gøtunum í Pamplona leygardagin
Mynd: Alvaro Barrientos/AP  
 
30.04.2018 - 09:27

Býurin Pamplona er kendur fyri tarvarenning, og tað var undir tarvarenningini í 2016, at fimm menn steðgaðu einari gentu og vildu fylgja henni til bilin. Ístaðin tóku teir hana inn í eina uppgongd og hópneyðtóku hana, meðan teir filmaðu tað.

Gentan varð funnin grátandi á einum beinki eftir hendingina. Hon greiddi frá, hvussu menninir sóu út, og teir vórðu handtiknir dagin eftir.

Fríkendir fyri neyðtøku

Men í rættinum vórðu allir fimm fríkendir fyri neyðtøku men dømdir fyri "lættari kynsligan ágang". Harumframt fyri at hava stolið telefonina hjá henni.

Teir ákærdu siga, at gentan var við uppá tað og eitt prógv, sum verjin hevur nýtt, er upptøkan á telefonini, har hon 96 % av tíðini hevur afturlatin eygu. Hetta er sambært verjanum, tí gentan nýtti tað.

Ákærin sigur hinvegin, at gentan er ræðslusligin fyri at koma meira til skaða.

#Cuentalo

Tað hevur somuleiðis fingið øði í fólk, at eitt góðkent prógv í rættarmálinum er ein upptøka, sum ákærdu menninir hava gjørt av gentuni dagarnar eftir hendingina, har hon er filmað saman við sínum vinfólkum og tykist glað og smílandi. 

Hetta er prógv fyri, at gentan ikki hevur fingið nakran mein, sigur verjin hjá teimum fimm, sum kalla seg "úlvapakkið". 

Málið hevur fingið fleiri kend fólk at mótmæla móti dóminum og at seta spurngartekin við alt grundarlagið, sum neyðtøkumál verða viðgjørd eftir. Tey kalla tað ímyndin av eini sexistiskari og mansdominerandi mentan.

Dómurin hevur eisini fingið fleiri túsund kvinnur at deila sínar upplivingar á Twitter við hasjtagginum #cuentalo, sum merkir "Sig frá tínum hendingum".

Konservativa stjórnin umhugsar at broyta lógina um neyðtøku, skrivar the Guardian.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. apríl
Mono 290426 - 5. sending
207733
Mikudag 29. apríl
Skratsj 29. apríl 2026
207718
Mikudag 29. apríl
Eitt korter við klassiskum
207717
Mikudag 29. apríl
Serfrøðingurin
207705
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207708
Týsdag 28. apríl
Veðrið
207687
Mánadag 27. apríl
Veðrið
207632
Sunnudag 26. apríl
Guðstænasta úr Sandavágs kirkju
207572
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204