Yvirgangsmenn handtiknir í Svøríki

Yvirgangsmenn handtiknir í Svøríki
Tríggir persónar eru handtiknir í Svøríki, tí illgruni er um, at teir fyrireikaðu yvirgangsálop
 
30.04.2018 - 12:15

Sambært svenska ríkissjónvarpinum sita persónarnir nú í varðhaldi.

Svenska trygdarløgreglan Säpo gjørdi saman við løgregluni átøk fleiri staðni í landinum í morgun, og teir tríggir persónarnir vórðu handtiknir í ávikavist norðursvøríki og í høvuðsstaðarøkinum.

Per Lindqvist, ákæri, sigur við SVT, at løgreglan hevur havt persónarnar í kikaranum eina tíð, og hann leggur dent á, at í løtuni eru ábendingar ikki um, at álop skuldi gerast næstu dagarnar.

Sambært Säpo hevur málið greinar til onnur lond.

- Hetta snýr seg um yvirgang við altjóða sambondum, sigur Nina Oder-malm Schei, sum er samskiftsstjóri hjá Säpo við TV4.

Säpo vil ikki siga, um ætlanin var at fremja yvirgangsatsóknina í Svøríki ella aðrastaðni.

Á einum stiga upp í fimm liggur yvirgangshóttanin í Svøríki á triðja stigi í løtuni, skrivar SVT.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 19. mai
Morgunlestur týsdagur 19.mai 2026
208378
Mánadag 18. mai
Morgunlestur mánadagur 18.mai 2026
208377
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523
Mánadag 18. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208512
Sunnudag 17. mai
Andakt
208482
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta við Harmonikuvinum
208481