CO2 í lofthavinum slær met

CO2 í lofthavinum slær met
Innihaldi av koltvísúrevni í lofthavinum hevur ongantíð verið so høgt, síðani man fór undir regluligar mátingar í 50-unum, sum í apríl í ár
 
08.05.2018 - 13:18

Mátingar, ið eru gjørdar í oynni, Havaii, vísa, at innihaldið av koltvísúrevni setti met í apríl í ár.

Mátingarnar vístu eitt miðal innihald av koltvísúrevnismýlum í lofthavinum á 410 ppm. Tað er tað hægsta, man veit um seinastu 800.000 árini.

 

Miðal innihaldið av koltvísúrevnið seinastu 400.000 árini. (Størri mynd, trýst HER) (Mynd: climate.nasa.gov)

 

Kjanuboringar fara 800.000 ár aftur

Kjarnuboringar á Suður-pólinum vísa innihaldið av koltvísúrevni í lofthavinum 800.000 ár aftur í tíðina, men granskarar meta, at vit skulu heili 3,5 milliónir ár aftur í tíðina, áðrenn vit finna eitt tíðarskeið í jarðarinnar søgu, har koltvísúrevnisinnhaldið hevur verið so høgt. 

Tá var miðalhitin á jørðini eisini eini tvey – trý stig heitari, enn tað er í dag, og sjóvarmálin var um 25 metrar hægri. 

 

Sjálvt um árliga útlátið av koltvísúrevni er flata út, so veksur innihaldið av CO2 í lofthavinum (Størri mynd, trýst HER) (Mynd: Bogi Hansen)

 

Innihaldið veksur alsamt

Líka síðani 1958 hevur innihaldið av koltvísúrevnið verið mált á Havaii, og mátingarnar hava víst, at innihaldið av CO2 veksur alsamt.

Koltvísúrevnið í lofthavinum verður av mongum mett at vera orsøkin til, at miðalhitin á jørðini hækkar, tann sokallaða alheimsupphitingin. 

 

Kanningar vísa, at innihaldið av koltvísúrevni í lofthavinum og hitin á jørðini fylgjast (Størri mynd, trýst HER) (Mynd: Bogi Hansen)

 

Sendingin 25 minuttir við havfrøðingin Boga Hansen, har innihaldið av koltvísúrevni í lofthavinum verður umrøtt. Trýst HER

 

Kelda: Scripps Institution of Oceanography 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 21. mai
Eitt korter við jazzi - 210526
208671
Hósdag 21. mai
Morgunlestur hósdagur 21.mai 2026
208380
Mikudag 20. mai
Dylan 85 (3:4)
208635
Mikudag 20. mai
Serfrøðingurin
208614
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523