G7-toppfundur í morgin

G7-toppfundur í morgin
Í morgin byrjar G7-toppfundurin í Québec í Kanada, har sjey av heimsins fremstu ídnaðarlondum eru við
 
07.06.2018 - 11:10

Fundurin byrjar í morgin og endar sunnudagin.

Fleiri spurningar skulu viðgerast á fundinum, - eitt nú revsitollurin, sum USA fer at leggja á stál og aluminium. 

Frakland, Italia, Týskland, Bretland, Japan, Kanada og USA manna G7-bólkin, sum hittist hvørt ár.

Í síðstu viku funnust seks at limalondunum í G7 hvassliga at sjeynda landinum í bólkinum, USA, fyri avgerðina at leggja revsitoll á stál og aluminium. 

Á skránni fyri fundin eru altjóða búskaparvøkstur, friðarspurningar og umhvørvisspurningar. Eisini javnstøða og rættindi hjá kvinnum eru á skránni í ár, og hava eisini verið tað á seinastu fundunum. 

Yvirgangur var eitt av evnunum á seinasta fundi, og tað verður væntandi viðgjørt leygardagin.

Tað er sjáldan, at G7-fundin ger ítøkiligar og bindandi niðurstøður, sum limalondini skulu halda. Heldur tosa tey ofta um mál og leiðreglur fyri, hvussu samstarvast kann á ymsu økjunum.

Umframt ríksileiðarar frá G7-bólkinum eru eisini umboð fyri ES-lond við á fundinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860