Lættari at sleppa á politiskúla

Lættari at sleppa á politiskúla
Samstundis sum kropsligu krøvini verða linkað, skal størri fokus vera á kanningararbeiði og málsviðgerð.
Mynd: Tony Brøchner  
 
18.06.2018 - 18:19

Nú verður lættari at sleppa á politiskúla.

Samstundis sum kropsligu krøvini verða linkað, skal størri fokus vera á kanningararbeiði og málsviðgerð.

Kvinnuligir umsøkjarar skulu kunna renna 2400 metrar uppá 13 og ein hálvan minutt. Áður var kravið 13 minuttir. Mannligir umsøkjarar skulu renna sama tein uppá 12 minuttir. Áður var kravið 11 og ein hálvan minutt til teir 2400 metrarnar. Eisini verða krøvini til aðrar kropsligar venjingar linkaði.

Ina Elilasen, sum er HR-stjóri í Ríkispolitinum, sigur við Danmarks Radio, at Politiskúlin vil hava fleiri at søkja.

- Vit hava valt at gera tað lættari at sleppa inn, og so afturfyri at seta størri krøv, meðan tey eru hjá okkum. Tá vit gera tað, fáa vit fleiri at velja ímillum, sigur hon.

Samstundis sum kropsligu krøvini verða linkað, verður sjálv útbúgvingin longd við fýra mánaðum, so tað nú fer at taka tvey ár og fýra mánaðir at blíva løgreglufólk.

Claus Oxfeldt, sum er formaður í Politifelagnum, rósar broytingunum.

- Atfinningar hava verið um, at tey nýútbúnu ikki hava verið nóg før til at skriva frágreiðingar og til kanningararbeiði, og tað vóna vit, at broytingarnar fara at bøta, sigur hann við Danmarks Radio.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040