Erdogan vann tryggan sigur

Erdogan vann tryggan sigur
Turkiski forsetin, Recep Erdogan, fekk 52,8 % av atkvøðunum, og tí er ikki neyðugt við einum valumfari afturat
 
25.06.2018 - 08:51

Turkiski forsetin, Recep Erdogan, er nú einaráðandi í Turkalandi, tí forseta- og tjóðartingsvalið í gjár gav honum stóran meiriluta. Somikið stóran, at neyðugt er ikki við einum valumfari afturat.

64 ára gamli Erdogan fekk 52,8 prosent av atkvøðunum, og tí er ikki neyðugt við einum valumfari afturat.

Búskaparliga støðan í Turkalandi er vánalig, inflatiónin er høg og gjaldoyrað, lirin, er fallin við einum triðingi seinasta árið.

Erdogan hevur sitið við valdið í 16 ár, fyrst sum forsætisráðharri og síðani 2014 sum forseti, og hann er nú valdur aftur fyri eitt fimm ára skeið.

Andstøðan stóð seg betri enn leingi, og andstøðuleiðarin, Muharrem Ince, fekk størri undirtøku enn roknað varð við. Hann fekk umleið ein triðing av atkvøðunum.

Valstríðið hevur ikki verið rættvíst, hava fleiri evropeisk lond víst á, tí Erdogan hevur fingið nógv meir tíð í almennu miðlunum, enn andstøðuleiðarin fekk.

Í fjør var fólkaatkvøða um at broyta grundlógina, so embætið sum forsætisráðharri fellur burtur, og heldur er tað forsetin, sum hevur alt valdið. Hann skal velja stjórnarlimirnar, og hann kann senda tjóðartingið heim uttan at spyrja nakran. Og hann kann eisini vera formaður í flokkinum, sum hann umboðar, og sum hevði framgongd á valinum.

Hóast endaliga valúrslitið ikki er almannakunngjørt enn, so er eingin ivi um, at Erdogan hevur vunnið, skriva tíðindastovurnar.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 16. mai
Morgunlestur leygardagur 16.mai 2026
208062
Fríggjadag 15. mai
Vikuskiftið 15 mei 2026
208421
Fríggjadag 15. mai
LEITISSTEIN 15.05.2026 (Beinir)
208417
Fríggjadag 15. mai
Beinleiðis úr Studio 5 - Dorimus
208405
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400
Hósdag 14. mai
Hondbóltur: Undansending
208434
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366
Hósdag 14. mai
Andakt
208365