Norðurkorea útbyggir kjarnorkustøð

Norðurkorea útbyggir kjarnorkustøð
Nýggjar satelittmyndir vísa, at Norðurkorea í skundi hevur gjørt útbyggingar við vísindaligu kjarnorkustøðina, Yongbyon
Mynd: Pleaides © CNES 2018, Distribution Airbus DS  
 
28.06.2018 - 09:20

Nýggjar satelittmyndir vísa, at Norðurkorea í skundi hevur gjørt útbyggingar við vísindaligu kjarnorku-støðina, Yongbyon, har tilfar til kjarnorkuvápn hava verið framleidd. Tað skriva altjóða miðlar.

Myndirnar stava frá satellitti, sum yvirvøku-síðan 38North.org hevur almannakunngjørt. Myndirnar eru tiknar tann 21. juni, tað vil siga fyri einari viku síðani.

Sagt verður, at hesar útbyggingarnar vóru í úmbúna áðrenn toppfundin, sum var millum Donald Trump og Kim Jong-un í Singapore fyrst í hesum mánaðinum.

Amerikanskir myndugleikar hava ikki váttað greiningarnar av myndunum, og sambært eini frágreiðing, sum CNN hevur fingið, stendur, at útbyggingarnar á kjarnorkustøðini ikki eiga at verða settar í samband við lyftið hjá Norður Korea um, at landið ætlar sær undir avdubbing. 

Men myndirnar benda á, at Norðurkorea heldur fram við sínum arbeiði at menna kjarnorkuvápn, stendur í greiningini hjá 38North.org. Á leinkjuni ber til at lesa meira um greiningarnar samt síggja fleiri myndir. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 15. mai
Morgunlestur fríggjadagur 15.mai 2026
208061
Hósdag 14. mai
RagnarRokk 14.mai 2026
208246
Hósdag 14. mai
RagnarRokk: Lajon Witherspoon um One
208243
Hósdag 14. mai
Guðstænasta í Vesturkirkjuni
208362
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366
Hósdag 14. mai
Andakt
208365
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208373
Mikudag 13. mai
Andaktin - teknmálstulkað
208343
Fótbóltur
Samfelag