USA veitir vissu fyri trygdini hjá Suðurkorea

USA veitir vissu fyri trygdini hjá Suðurkorea
Amerikanski verjumálaráðharrin, James Mattis sigur í dag, at USA stendur fult og heilt við sína skyldu at verja Suðurkorea hernaðarliga.
 
28.06.2018 - 10:24

Reuters skrivar, at Mattis vissar um, at minkað verður ikki um amerikansku herdeildirnar í Suðurkorea, hóast diplomatar royna at fáa eina avtalu í lag við Norðurkorea um kjarnorku-avdubbing. 

Samstundis sigur verjumálaráðharrin, at hann stuðlar avgerðini hjá Donald Trump, forseta, at steðga við hernaðarvenjingunum, sum USA og Suðurkorea javnan hava havt tey seinastu mongu árini, tí hetta økir møguleikarnar hjá dimplomatunum at samráðast.

Men Mattis leggur áherðslu á, at amerikansku og suðurkoreansku herdeildirnar enn eru "sameindar, alvaknar og tilreiðar", sum hann orðar seg, sambært Reuters.

Norðurkorea hevur leingi roynt at fingið USA og Suðurkorea at givist við sínum hernaðarvenjingum.

James Mattis hevur verið á fundi við suðurkoranska verjumálaráðharran, Song Young-moo.

- Báðir ráðharrarnir eru samdir um at halda fram við royndunum at menna álit og frið, so leingi sum Norðurkorea erliga heldur fram við at samskifta, stendur í fráboðan frá teimum eftir fundin í Seoul í Suðurkorea, skrivar Reuters.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166