Bankar flyta virksemi úr Bretlandi

Bankar flyta virksemi úr Bretlandi
Útlitini fyri eini semju um Brexit versna, og tí royna bretskir bankar at flyta sítt virksemi úr Bretlandi
 
01.07.2018 - 13:55

Bankar í Bretlandi arbeiða miðvíst við at flyta sítt virksemi úr Bretlandi.

Hetta gera teir, tí útlitini fyri eini semju um brexit versna.

Tað skrivar The Independent.

Ein kanning vísir, at fíggjarmarknaðurin hevur eins stóran týdning fyri bretska búskapin og flogfara- og bilídnaðurin, og at hann verður meint raktur, um eingin avtala fæst.

Ein triðingur av teimum størstu bankunum, tryggingarfeløgunum og øðrum stovnum, sum veita fíggjarligar tænastur, siga seg umhugsa at flyta úr Bretlandi og til eitt ES-land.

Ein fjórðingur av fyritøkunum hevur váttað, at tær í øllum førum fara at flyta arbeiðspláss úr Bretlandi, skrivar blaðið. 

Mest sannlíkt er, at fyritøkurnar fara at flyta virksemið til annaðhvørt Frankfurt í Týsklandi, ella til Dublin í Írlandi.

Ein uppgerð vísir, at fíggjarstovnarnir hava eina góða millión starvsfólk í Bretlandi, og nøkur av teimum fara at missa arbeiðið.

Eingin torir kortini at siga, hvussu nógv.

Fíggjarvinnan hevur stóran týdning fyri bretska samfelagið, og í fjør rindaðu fíggjarfyritøkur 231 milliardir kr. í skatti og avgjøldum til ríkiskassan.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. februar
EM-tíðindi - 1. feb 2026
203550
Sunnudag 1. februar
Ættirnar syngja og suða
203544
Sunnudag 1. februar
Bolero
203545
Sunnudag 1. februar
Gudstænasta í Sjóvar kirkju
203546
Sunnudag 1. februar
Akademia: Umhvørvisetikkur
203519
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. februar
Møti umborð á Ango
203563
Sunnudag 1. februar
Andakt
203561
Fríggjadag 30. januar
Veðrið
203507
Hósdag 29. januar
Anna Maria 1807
203450