Semja er millum Etiopia og Eritrea um markið

Semja er millum Etiopia og Eritrea um markið
Bardagar um markið hava kravt mannlív í tíggjutúsundatali, síðani Eritrea loysti frá Etiopia.
savnsmynd
 
08.07.2018 - 16:27

Forsætisráðharrin í Etiopia, Abiy Ahmed, er á vitjan í Eritrea, nú semja er um at enda vápnaða bardagan um markið landanna millum.

Forsetin í Eritrea, Isaias Afewerki, beyð etiopiska forsætisráðharranum vælkomnum til høvuðsstaðin Asmara. Framman undan hevur ein stjórnarnevnd úr Eritrea verið í Addis Ababa.

Vápnaðir bardagar heva fleiri ferðir verið um markið millum londini, eisini tey seinastu tvey árini og fólk í tíggjutúsundatali er deyð.

Nýggjur forsætisráðharri góðtekur markið

Men tá Abiy Ahmed, tók við sum forsætisráðharri í Etiopia í apríl mánað, góðtók hann eina niðurstøðu um markið, sum gongur kravinum hjá Eritrea á møti.

Eritrea loysti frá Etiopia í 1993, og síðani hevur stríð verið um markið nærhendis býnum Badme. Ein nevnd við umboðum fyri bæði londini varð sett, men tá hon gjørdi sína niðurstøðu í 2002, vildi Etiopia ikki góðtaka hana og noktaði at taka herin aftur.

Síðani hevur krígsstøða valdað millum londini, í tilsamans fimm ár hava bardagar verið, teir seinastu vardu í tvey ár, til Etiopia nú játtaði at góðtaka markið.


-------

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 21. mai
Morgunlestur hósdagur 21.mai 2026
208380
Mikudag 20. mai
Dylan 85 (3:4)
208635
Mikudag 20. mai
Serfrøðingurin
208614
Mikudag 20. mai
Morgunlestur mikudagur 20.mai 2026
208379
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523