Theresa May kunnar parlamentið

Theresa May kunnar parlamentið
Bretski forsætisráðharrin, Theresa May, skal fyrrapartin kunna parlamentið, nú hennara Brexit-ráðharri, David Davis  hevur lagt frá sær.
Mynd: AP  
 
09.07.2018 - 11:08

Hann legði frá sær, eftir at stjórnin hevur gjørt semju um, hvussu hon vil hava Brexit at verða.

Davis sigur í sínum uppsagnarbrævið, at hann heldur, at samráðingarstøða Bretlands er viknað nógv við hesi semjuni, og at hann fleiri ferðir áður hevur verið ósamdur við kósina, sum stjórin hevur lagt.

Higartil havi eg valt at standa við meirlutanum, men nú haldi eg, at tað er best, um onkur tekur yvir, sum stendur fult og heilt við ætlanina, skrivar Davis m.a. í sínum uppsagnarbrævi.

Theresa May harmast um, at Davis hevur lagt frá sær, bara átta mánaðir áðrenn Bretland alment tekur seg úr ES, skrivar BBC.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Leygardag 12. september
Upp á tá - 110926
213150
Leygardag 12. september
Morgunlestur leygardagur 12. september
212707
Fríggjadag 11. september
Vikuskiftið 11 sept 2026
213138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065