200 gíslar í Nikaragua sloppin leysir

200 gíslar í Nikaragua sloppin leysir
Í Nikaragua hava 200 lesandi ung fingið frítt at fara, eftir at tey síðani fríggjadagin hava verið innibyrgd í eini kirkju í høvuðsstaðnum Managua
200 lesandi, sum hava verið gíslar í eini kirkju í Managua, eru nú leys aftur
Mynd: Aljazeera  
 
15.07.2018 - 15:31

Tey lesandi noyddust at flýggja undan vápnaðum stuðlum hjá Daniel Ortega, forseta, sum fóru at skjóta eftir teimum undir eini mótmælisgongu við universitetið í høvuðsstaðnum. Síðani hava fleiri katólskir biskoppar roynt at samráðst við stjórnina fyri at fáa tey lesandi trygt út úr aftur kirkjuni.

Tíðindastovan Reuters endurgevur fleiri lokalar fjølmiðlar, ið skriva at tvey lesandi vórðu dripin í atsóknini fríggjadagin, og at ein lesandi doyði inni í kirkjuni.

Sera ófriðarligt hevur verið í Nicaragua síðstu mánaðirnar. Síðani apríl eru umleið 300 fólk dripin í samanbrestum eftir mótmælisgongur, ymsastaðni í landinum. Seinasta tíðin er tí mett at vera mest blóðuga tíðarskeið í Nicaragua síðani borgarakríggið í landinum, ið endaði í 1990.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221