- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tríggjar listafólkalønir verða latnar í ár

Skipanin við listafólkalønum er nú sett í verk.
Tað ber til hjá yrkislistafólkum at søkja um trý ára starvsløn, og tríggjar listafólkalønir verða latnar í ár.
Yrkislistafólk eru tey, sum hava lokið viðurkenda yrkisfakliga útbúgving, ella hava samsvarandi royndir á listarliga økinum.
Listafólkalønin svarar til læraraløn í fólkaskúlanum á lønarstigi 21.1.
Faknevndir gera tilmæli
Faknevndir verða settar at meta um allar umsóknirnar, sum síðani gera tilmæli til nevndina í Mentanargrunninum at taka støðu til.
Seinasta freist at søkja er 2. september.
Skrivstovan hjá Mentanargrunninum er stongd til 2. august, men tað ber til at venda sær nevndarforkvinnuna, Ingun í Skrivarastovu, at fáa fleiri upplýsingar.
Endamálið við skipanini um listafólkalønir er at bøta um umstøðurnar hjá yrkislistafólkum, sum í trý ár burturav arbeiða við list.



























