Brúkaraumboðið fekk kæru um faldara til ferðafólk

Brúkaraumboðið fekk kæru um faldara til ferðafólk
Fólk kunnu ikki ganga í haganum sum teimum lystir
Ikki er loyvt at ganga í haganum sum einum lystir, hóast nógv ferðafólk kunnu hava ta fatan.
 
26.07.2018 - 09:13

Brúkaraumboðið er nú komið upp í orðaskiftið um fólk, sum ganga í haganum.

Brúkaraumboðið hevur viðgjørt eina kæru um upplýsingar í einum lýsingarfaldara til ferðafólk.

Í faldaranum verður sagt, at ferðafólk kunnu steðga, tá tey vilja, og fara í hagan, tá tey vilja.

Tann, sum kærdi, helt, at hetta kann skiljast soleiðis, at øll kunnu ganga har, tey vilja í haganum. 

Í lóg um hegn og markfred frá 1937 stendur tó, at fólk skulu biðja um loyvi, um tey fara í hagan og ikki fylgja bygdargøtunum, sigur Brúkaraumboðið.

Kann misskiljast

Lýsingastovan Sansir, sum gjørdi faldaran, viðgongur, at faldarin hjá teimum kann misskiljast.

Sansir boðaðu frá, at júst hetta brotið um at ganga í haganum verður tikið úr faldaranum ella broytt í eini nýggjari útgávu, sum kemur í september í ár.

Brúkaraumboðið heldur, at um upplýsingarnar í nýggja faldaranum verða rættaðar, so er tað nøktandi.

Brúkaraumboðið ger eisini Sansir varugar við, at um upplýst verður um at ganga í bønum og í haganum og einki verður sagt um, at til tess krevst loyvi, kann tað vera brot á marknaðarføringarlógina.

Lógin sigur, at ikki er loyvt at brúka skeivar upplýsingar ella leggja burturúr týðandi upplýsingar í markanaðarføring.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659