Skógareldur í Kalifornia kravt fimm mannalív

Skógareldur í Kalifornia kravt fimm mannalív
Myndugleikarnir fáa ikki á tamarhald á skógareldinum í Kalifornia, sum nú hevur kravt í minsta lagi fimm mannalív. Tað skrivar Reuters. 
 
29.07.2018 - 12:56

Fleiri túsind fólk eru flýdd frá húsi og heimi, síðani eldurin kyknaði mánadagin, og amerikanski forsetin, Donald Trump, lýsti leygarmorgun undantaksstøðu í Kalifornia. 

- Vit gera alt fyri at bjarga fólki frá eldinum, sum nú hevur víst seg at vera deyðiligur. Eldurin breiðir seg skjótt, og vit hava ikki sæð tílíkt áður, sigur Jonathan Cox, sum er tilbúgvingarleiðari.

Í vikuni gjørdist støðan enn álvarsligari, tá skógareldurin breiddi seg til lítla býin Redding við 92.000 íbúgvarum. Løgreglan heitti tá á íbúgvar um at sleppa sær burtur sum skjótast. 

Ein sløkkiliðsstjóri og ein 81-ára gamal maður, sum royndi at berjast móti eldinum við  einum bulldosara, vóru fyrstu offrini í Redding. 

Tvey børn, fýra og fimm ára gomul, og 70 ára gamla langomma teirra, hava verið saknað hósdagin, men vórðu gjáramorgunin funnin deyð í býnum Redding. 

Sostatt eru fimm fólk váttað deyð, men enn eru fleiri fólk ikki komin aftur í aftur. Sambært Reuters vóna myndugleikarnar at finna tey á lívi. 

Fleiri enn 300 tilbúgvingarfólk royna at sløkkja eldin, sum higartil hevur oyðilagt fleiri enn 500 bygningar og brent næstan 50.000 hektarar av jørð. 

- Eldurin verður ikki liðugur enn á sinni, sigur Ken Pimlot, ovasti leiðari hjá sløkkiliðsfólkunum við Reuters. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672