Fleiri handilstiltøk móti Turkalandi

Fleiri handilstiltøk móti Turkalandi
USA hóttir nú Turkalandi við fleiri handilstiltøkum. Tað skriva útlendskir miðlar í dag.
 
17.08.2018 - 07:50

Kreppa er í sambandinum millum Turkaland og USA, tí turkiska stjórnin ikki vil sleppa einum amerikonsum presti leysum, sum hevur sitið fongslaður í Turkalandi í tvey ár. 

Amerikanski presturin, Andrew Brunson, er ákærdur fyri at hava samband við Kurdiska arbeiðaraflokkin og Gulen-rørsluna, ið eru ábyrgdað fyri miseydnaðu kvettroyndina í Turkalandi fyri tveimum árum síðan.

Fyri at leggja trýst á Turkaland, hevur USA tvífalda tollin og avgjøldini á stál úr Turkalandi. Turkaland svaraði aftur við at hækka tollin á bilum, alkoholi og tubakki, ið er innflutt úr USA.

USA ætlar nú at svara aftur við at leggja toll á fleiri vørur úr Turkalandi. 

Turkiski búskapurin hevur verið ógvuliga illa fyri seinastu tíðina. Gjaldoyra er fallið nógv í virði, og fólki í landinum er farið at óttast, at stjórnin fer undir spariátøk fyri at rætta búskapin aftur.

Turkiski meginbankin er nú farin undir at koyra pening í bankarnar fyri at halda virkseminum uppi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt við Hjalgrim Fonsdal Højgaard
215339