Juncker vil hava summartíð alt árið

Juncker vil hava summartíð alt árið
Formaðurin í ES-nevndini, Jean-Claude Juncker, letur nú upp fyri møguleikanum at taka skipanina við summar- og vetrartíð av.
 
31.08.2018 - 14:05

4,6 milliónir fólk kunnu ikki mistaka seg.

Tað tykist formaðurin í ES-nevndini, Jean-Claude Juncker, hava hugsað, nú hann letur upp fyri møguleikanum at taka skipanina við summar- og vetrartíð av, sigur týska sjónvarpsstøðin, ZDF.

Í juli varð skipað fyri einari hoyring, har ES-borgarar og áhugafelagsskapir kundu siga sína hugsan um skipanina.

Hoyringarfreistin var 16. august, og út frá teimum 4,6 milliónum viðmerkingunum, sum komu inn, er áhugi fyri, at summartíðin skal vera varandi, sigur ZDF.

- Vit eiga at lurta eftir tí, sum fólk halda, sigur Juncker við týsku sjónvarpsstøðina.

Í februar samtykti ES-tingið at endurskoða fyriskipanina um summar- og vetrartíð.

Men bæði ES-ráðið og tingið skulu viðgera eitt uppskot frá ES-nevndini, áðrenn málið kann samtykkjast endaliga.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 15. mai
Beinleiðis úr Studio 5 - Dorimus
208405
Fríggjadag 15. mai
Morgunlestur fríggjadagur 15.mai 2026
208061
Hósdag 14. mai
RagnarRokk 14.mai 2026
208246
Hósdag 14. mai
RagnarRokk: Lajon Witherspoon um One
208243
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366
Hósdag 14. mai
Andakt
208365
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208373