Bill Cosby dømdur í 3 - 10 ára fongsul, men kærir

Bill Cosby dømdur í 3 - 10 ára fongsul, men kærir
Bill Cosby varð í apríl dømdur fyri at hava doyvt og framt kynsligan harðskap móti Andreu Constand í 20014
 
26.09.2018 - 08:11

Amerikanski sjónleikarin, Bill Cosby, er dømdur í fongsul í trý til 10 ár. Hann skal beinleiðis í fongsul. Fongsulsrevsingin 3-10 ár merkir, at hann í fyrsta lagi kann søkja um at verða náðaður um trý ár.

Nevningatingið segði í niðurstøðu síni, at Cosby var sekur í øllum punktum í málinum.

Kærir dómin

Verjin hjá Cosby sigur, at teir fara at kæra dómin. 

Ákæruvaldið mælti til, at 81 ára gamli Cosby varð dømdur 5 - 10 ára fongsul. Ákæruvaldið sigur, at Cosby á ongan hátt hevur víst at hann iðrar seg, og tí er vandi fyri, at hann fremur kynsligan harðskap aftur. 

Ein av dómarunum segði, áðrenn dómurin varð lisin, at eingin ivi er um, at Bill Cosby er ein kynsligur valdsgerðarmaður.

Verjin hjá Cosby sigur, at Cosby er gamal, í ørviti og blindur í løgfrøðiligum høpi, og at hann heldur skal dømast í húsavarðhald.

Doyvdi kvinnurnar

Meira enn 60 aðrar kvinnur hava eisini sagt sína søgu um Cosby, og hava skuldsett hann fyri kynsligan ágang.

Skuldsetingarnar hjá teimum minna allar um hvørja aðra, - at Cosby bjóðaði sær at hjálpa teimum at fáa gongd á karrieruna og bjóðaði teimum heim til døgurða. Har vórðu tær doyvdar við tablettum ella sjussum, og síðani gjørdi hann seg kynsliga inn á tær. 

Fimm kvinnur vitnaðu

Flestu málini eru firnað. Hann varð tí bara ákærdur fyri kynsligan harðskap móti Andreu Constand, tá hann møtti í rættinum í aprílmánaði. Fimm kvinnur vitnaðu ímóti honum í rættarmálinum.

Dómarin segði, at Bill Cosby nú verður skrásettur hjá løgregluni sum kynsligur harðskapsmaður, og tað verður hann restina av ævi síni. Grannar og skúlar fáa eisini upplýsingar um bústað og revsingina, tá hann einaferð verður latin leysur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. januar
Morgunlestur leygardagur 17.januar 2026
202446
Fríggjadag 16. januar
Vikuskiftið 16. jan 2026
202799
Fríggjadag 16. januar
Beinleiðis úr Studio 5 - Bjarki Hansen
202767
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610