USA: Hundraðtals mótmælisfólk handtikin

USA: Hundraðtals mótmælisfólk handtikin
Hundraðtals fólk eru handtikin eftir mótmæli móti sætinum hjá konservativa dómarinum Brett Kavanaugh í amerikanska Hægstarætti.
 
05.10.2018 - 11:21

Fleiri hundrað fólk eru handtikin í Washington eftir mótmæli móti, at konservativi dómarin Brett Kavanaugh skal fáa sæti í amerikanska Hægstarætti. Harímillum 302 kvinnur, skrivar BBC.

Fyrr um dagin søgdu republikanararnir, at FBI hevði reinsað dómara-valevnið fyri allar ákærur um kynslig brotsverk. Men Demokratarnir siga, at Hvítu húsini settu so stórar avmarkingar á FBI-kanningina, at hon ikki er fullfíggjað.

Sannlíkindini fyri, at Brett Kavanaugh fær nóg nógvar atkvøður, tá Senatið skal atkvøða, vuksu í gjár, tá tveir republikanarar við avgerandi atkvøðunum góvu FBI-kanningini góð skoðsmál. Men enn er ikki heilt greitt, hvønn veg atkvøðigreiðslan fer at falla.

Fær Brett Kavanaugh nóg nógvar atkvøður, so fær hann sess fyri lívið í amerikanska Hægstarætti. 53-ára gamli dómarin verður tá ein av tilsamans níggju hægstarættardómarum, sum hava avgerandi orðið í spurningum, so sum fosturtøku og vápnaeftirliti.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. september
Filosofiskur 3. partur
213777
Leygardag 26. september
Jambalaja - 260926
213836
Leygardag 26. september
Upp á tá - 250926
213832
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650