Keiøkið verður hegnað inni

Keiøkið verður hegnað inni
Ein meiriluti í Klaksvíkar býrað hevur samtykt at loyva Bakkafrosti at hegna inni ein part av keiøkinum í Klaksvík
 
06.10.2018 - 17:50

Bakkafrost hevur fingið loyvi at hegna ein part av keiøkinum í Klaksvík inni. Eitt loyvi, sum umsitingin í Klaksvíkar Kommunu er ímóti at geva, men sum ein tepur meiriluti í býráðnum kortini hevur samtykt at geva fyritøkuni, tað skrivar Norðlýsið. Málið varð samtykt á býráðsfundinum í Klaksvík hóskvøldið.

Talan er um um eitt øki á vestara havnalagnum, framman fyri Kryvjing, sum Bakkafrost ætlar at brúka til landsstøð. Talan er um eina atløgusíðu, sum er umleið 50 metrar, ið skal girðast inni og øll ferðsla verður hildin burtur frá økinum.

Í málsfrágreiðingini hjá Klaksvíkar Kommunu stendur, at umsitingin í kommununi hevur verið á fundi við Bakkafrost og Heilsufrøðiligu Starvsstovuna. Har varð greitt frá, at um økið ikki kann vera varandi avbyrgt, fær Bakkafrost ikki umhvørvisgóðkenning og heldur ikki loyvi til at seta smolt út í aliøki A-12, sum er undir Kunoyarnesi.

Samband hevur verið millum kommununa og Bakkafrost um at finna eina loysn á trupulleikanum, men hetta hevur ikki eydnast, stendur í málsfrágreiðingini.

Umsitingin heldur tað vera sera óheppið at byrgja økið á havnalagnum av, tí annað virksemi er í økinum, sum hevur brúk fyri at ferðast eftir bryggjuni. Tey hava roynt at funnið onnur øki, m.a.á Grótrætt og Strond - og eisini onnur hølir á vestara havnalag. Men hetta hevur heldur ikki borið á mál, skrivar kommunan í málsfrágreiðingini.

Bakkafrost hevur boðið seg til at hava økið, sum skal læsast av, opið ávísar dagar, til dømis á Norðoyastevnu.

Á fundi í Havna- og Vinnunevndini tann 17. september mælti ein meiriluti, Tummas J. Lervig, Kristian Eli Zachariasen og Óli M. Lassen, til at geva fyribilsloyvi frá 1. november 2018 til 1. mai 2021, treytað av at økið verður opið tá almenn tiltøk eru í kommununi við tilknýti til havnaøkið við landstøðina. Og at heita á Bakkafrost um at koma við uppskoti til varandi loysn til landstøð í aliøki A-12.

Ein minniluti í nevndini, Atli S. Justinussen og Beinir Johannesen, mæltu frá at geva loyvi við teirri grundgeving, at havnaøkið og bryggjukanturin verða avbyrgd.

Men á fundi í Klaksvíkar Býráð í fyrrakvøldið samtykti ein tepur meiriluti at geva Bakkafrosti loyvi at hegna hendan partin av keiøkinum inni.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329