Oscar Romero gjørdur halgimenni

Oscar Romero gjørdur halgimenni
Myrdur erkibiskupur í El Salvardor er í dag gjørdur halgimenni í Róm, 38 ár eftir at hann varð skotin til deyðis.
Tað var mánadagin 24. mars 1980, at vápnaðir menn hjá hernaðarjuntuni í El Salvador drupu Oscar Romero, sum var til arbeiðis.
Mynd: Savnsmynd  
 
14.10.2018 - 10:42

Katólsk kirkjufólk í Miðamerika minnast myrda erkibiskupin í El Salvador, Oscar Romero, sum í dag verður gjørdur halgimenni.

Oscar Romero var friðartalsmaður undir borgarakrígnum í El Salvador. Hermenn skutu hann til deyðis undir eini guðstænastu í 1980.

Eingin er revsaður fyri morðið. Drápsmenninir fingu grið eftir krígslok í 1992.

Tað er Frans pávi, sum ger myrda erkibiskupin halgimenni í Róm í dag.

Oscar Romero fanst at báðum pørtum í borgarakrígnum í El Salvador. Millum annað bað hann hermenn hjá hernaðarjuntuni lurta eftir sínum egna hjarta og ikki akta stjórn og yvirmenn.

Tilsamans lógu 75.000 fólk eftirá, tá ið tólv ára drúgva borgarakríggið í El Salvador endaði í 1992.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. september
Filosofiskur 3. partur
213777
Leygardag 26. september
Jambalaja - 260926
213836
Leygardag 26. september
Upp á tá - 250926
213832
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650