Marine Harvest kann missa kilenskt aliloyvi

Marine Harvest kann missa kilenskt aliloyvi
Myndugleikarnir í Kili hava í umbúna at revsa Marine Harvest hart, eftir at út við 700.000 laksar sluppu leysir í Punta Redonda í Kili
 
02.11.2018 - 13:41

Myndugleikarnir í Kili hava í umbúna at revsa Marine Harvest hart, eftir at út við 700.000 laksar í summar sluppu leysir úr aliringum hjá felagnum í Punta Redonda, sum liggur í sunnara parti av landinum.

Sambært netmiðlinum E24 kann Marine Harvest rokna við at missa sítt aliloyvi í økinum og harumframt fáa upp til 8,2 milliónir dollarar, tað eru 54 milliónir krónur í okkara pengum, í bót.

Harumframt skal felagið rudda upp eftir sær.

Kilensku myndugleikarnir siga í síni niðurstøðu um óhappið í summar, at viðurskiftini í alibrúkinum vóru ikki í lagi, soleiðis at alast kann á tryggan hátt. Og tí slapp laksurin.

Higartil eru bara 5,5 prosent av teimum 700.000 laksunum fangaðir aftur.

Kilensku myndugleikarnir skíra óhappið at vera sera álvarsamt, og at tað í ringasta føri kann hava við sær óbótaligan skaða á umhvørvið.

Marine Harvest hevur fingið 15 dagar at gera sínar viðmerkingar til fyribils-niðurstøðuna frá kilensku myndugleikunum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926