May í trongum skóm

May í trongum skóm
Tað brýtur í bæði borð hjá bretska forsætisráðharranum, hóast hon í gjárkvøldið fekk stjórnina at taka undir við uppskotinum til Brexit-avtalu
 
15.11.2018 - 12:01

Tað brýtur í bæði borð hjá bretska forsætisráðharranum, Theresu May, hóast hon í gjárkvøldið fekk stjórnina at taka undir við uppskotinum til avtalu við ES um Brexit.

Fýra stjórnarlimir hava higartil boðað frá, at teir taka seg úr stjórnini, tí teir ikki kunnu aka undir við avtaluni.

Tann fyrsti var ES samráðingarráðharrin, Dominic Raab, sum sigur seg ikki kunna taka undir við avtaluni. Millum annað tí at Bretland skal vera í tollsamgongu við ES í óásetta tíð, og Bretland kann ikki sjálvt gera av, nær tann avtalan endar.

Honum á baki kom vararáðharrin fyri Norðurírland, Shailesh Vara.

Aftaná teimum báðum kom arbeiðsmarknaðar- og pensjónsráðharrin, Esther McVay, og vararáðharrin í Brexit-málaráðnum, Suella Braverman.

Dominic Raab hevur bara verið Brexit-ráðharri síðani í juli, tá fyrri samráðingarleiðarin legði frá sær. Hann sigur í skrivi til forsætisráðharran, at hann væl skilir, at hon tekur undir við avtaluni, men tað kann hann ikki sjálvur og leggur tí frá sær.

- Tað eru serliga tvey viðurskifti, sum eg eri ímóti, skrivar hann. Tað fyrra er avtalan um Norðurírland, sum er ein beinleiðis hóttan ímóti Bretlandi, og so veto-ræturin hjá ES, tá talan er um bretsku útlimanina úr samveldinum.

Esther McVay, sum hevur verið ráðharri síðani í januar, ger forsætisráðharranum greitt, at avtalan ikki er í tráð við tað, sum fólk samtyktu á fólkaatkvøðuni í 2016, og avtalan er langt frá tí, sum Theresa May, forsætisráðharri, hevði sett sum minstakrav til eina avtalu.

Hon heldur eisini, at veto-rætturin, sum ES fær, fer at binda Bretland millum samveldið og sjálvsavgerðarrættin.

Theresa May skal hava undirtøku í parlamentinum, fyri at avtalan skal koma í gildi, og hon roynir í løtuni at sannføra parlamentið um, at talan er um eina góða avtalu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. januar
Morgunlestur leygardagur 24.januar 2026
202881
Fríggjadag 23. januar
Vikuskiftið 23 januar 2026
203158
Fríggjadag 23. januar
Beinleiðis úr Studio 5 - Miké Thomsen
203131
Fríggjadag 23. januar
EM tíðindi 23. januar 2026
203127
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. januar
Veðrið
203155
Hósdag 22. januar
Konsert við Hjarnar
203106
Hósdag 22. januar
Veðrið
203084
Týsdag 20. januar
Hondbóltur: Føroyar - Slovenia
203138
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979