Skulu hava fatur í fleiri veljarum í Havn

Skulu hava fatur í fleiri veljarum í Havn
Landsfundur hjá Fólkaflokkinum: Ótroyttað lendið hjá Fólkaflokkinum eru sjálvstýrisveljarar og veljarar í Havn.
Mynd: Fólkaflokkurin  
 
18.11.2018 - 10:45

Tað var ein flokkur í stórum viðráki, sum hevði landsfund á Drelnesi í gjár.

Í øllum førum sambært veljarakanningum.

Fólkaflokkurin stendur í flestu veljarakanningum til at fáa okkurt um 25 prosent av atkvøðunum og at vera størsti flokkur.

Og afturvaldi floksformaðurin Jørgen Niclasen nýtti eisini høvið at finnast harðliga at kósini hjá samgonguflokkunum. Hann treiv í aftur boðskapin um útreiðslugildið og avgjaldsøðina, og at uppboðssølan skal strikast.

Hann nevndi eisini, at einki er hent á tjóðskaparøkinum undir hesari samgonguni. Serliga er ov lítil skuld niðurgoldin eftir hansara tykki.

"Fólkaflokkurin vil sjálvræði og sjálvbjargni. Vit vilja ein ábyrgdarfullan fíggjarpolitikk, og vit vilja yvirtaka málsøkini, sum eru eftir í yvirtøkulógini. Vit vilja gera Føroyar fíggjarliga og politiskt frælsar," segði hann í sínari formansfrágreiðing.

Men nøkur av teimum, sum tóku orðið á landsfundinum í gjár, halda, at Fólkaflokkurin eigur at bera sjálvstýriskyndilin og at hvessa sín sjálvstýrisprofil fyri at tekkjast fleiri sjálvstýrisveljarum.

Andstøðan kann vera samgonga

Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn fastfrystu ríkisveitingina úr Danmark í 2015, so blokkurin er 614,8 milliónir krónur. Eisini eru persónrættur, húsfólkarættur og arvarættur yvirtikin í hesum samgonguskeiðnum. Men Tjóðveldi hevur eisini viðurkent, at ov lítið er hent á sjálvstýrisøkinum seinastu árini. Flokkurin setti sær av somu orsøk sum mál á landsfundinum fyrr í ár at fara upp í royndina at laða donsku ríkisveitingina niður sum skjótast.

Men eitt samgongusamstarv millum Fólkaflokkin og Tjóðveldi er ikki serliga sannlíkt, sum støðan er nú.

- Fólkaflokkurin útilokar ongan. Tað mistakið eigur eingin at gera, sigur Jørgen Niclasen.

- Men vit í Fólkaflokkinum eru ikki sosialistar, so Tjóðveldi má aftur til sínar røtur og føra borgarliga politik, um eitt samstarv skal spyrjast burturúr. Tann borgarligi politikkurin er avgerandi fyri okkum.

Fólkaflokkurin hevur funnist harðliga at kósini hjá Tjóveldi, sum eftir teirra tykki brúkar alt ov nógvar pengar og førir ein púra skeivan fiskivinnupolitikk.

Jørgen Niclasen viðurkennir, at sum støðan er í Løgtinginum nú er mest sannlíkt, at verandi andstøðuflokkar, Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin, Sjálvstýri og Miðflokkurin, fara at royna at skipa samgongu eftir valið.

Og júst hendan samansetingin ger, at tað kunnu vera avmarkaðir møguleikar hjá Fólkaflokkinum at hvessa sjálvstýrisprofilin hjá flokkinum. Tá Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin skipaðu samgongu í 2011, var ríkisveitingin var prístalsviðgjørd, og hóvaði ikki sjálvstýrisveljarum. Táverandi løgmaður Kaj Leo Holm Johannesen, og Jørgen Niclasen, sum tá landsstýrismaður í fíggjarmálum, fóru eisini undir samráðingar við donsku stjórnina um at fáa enn størri heildarveiting úr Danmark, men einki spurdist burturúr teimum samráðingunum. 

- Tað ger okkum tað sama, um vit skipa samgongu við Sambandsflokkin, Tjóðveldi ella Javnaðarflokkin. Tann borgarliga kósin er avgerandi, sigur hann.

Jørgen Niclasen vísir samstundis á, at Aksel V. Johannesen hevur ikki meldað út aftur, um Javnaðarflokkurin fer aftur at útiloka eitt samgongussamstarv við Fólkaflokkin.

Missa undirtøku í Havn

Fólkaflokkurin vil fáa størri undirtøku millum veljararnar í Havn. Sum støðan er nú standa Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn sterkast í miðstaðarøkinum.

- Seinastu valini hava víst, at vit hava eina avbjóðing í Havn. Vit arbeiða við tí, sigur Jørgen Niclasen.

Fólkaflokkurin vil serliga fáa fatur í fleiri vinnulívsveljarum í miðstaðarøkinum og royna at sannføra tey um, at verandi samgonguflokkar taka ikki hædd fyri teimum.

Tí hevur flokkurin við nøkrum lógaruppskotum púra tilvitað sett serligt fokus á smærru vinnufyritøkurnar, tí tað eru ein hópur av teimum í júst miðstaðarøkinum.

Men tað stendur eisini mest sum greitt, at Annika Olsen fer ikki at bjóða seg framaftur á komandi løgtingsvali. Borgarstjórin í Havn hevur verið fortalari fyri, at borgarstjórar skulu ikki sita í Løgtinginum. Hon fekk sjálv 961 atkvøður á løgtingsvalinum í 2015, meginparturin av teimum var úr Havn.

So har eru í øllum førum nógvar atkvøður, sum skulu flytast.

- Eg fari sjálvandi ikki at siga Kringvarpinum alt, men ein flokkur, sum hevur viðrák, hevur lættari við at fáa valevni, og eg kann siga somikið, at tað eru nógv fólk í miðstaðarøkinum, sum bjóða seg fram, sigur Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. september
Veðrið
180102
Mánadag 2. september
3-2 (2. september 2024)
180033
Mánadag 2. september
Hin rusuti á Aconcagua (10:10)
177968
Fríggjadag 30. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
179948
Fríggjadag 30. august
Veðrið
179943