Brexit verður veruleiki

Brexit verður veruleiki
Tey 27 ES-londini góðkendu einmælt fyrrapartin avtaluna við Bretland. Londini nýttu ikki meir enn góðan hálvan tíma at taka avgerðina.
 
25.11.2018 - 12:29

Fleiri av ES-leiðarunum vóru samdir um, at talan er ikki um ein dag við gleði, tí Bretland hevur verið partur av ES í so nógv ár.

Men hollendski forsætisráðharrin, Mark Rutte, uggaði seg við, at bretar framvegis verða tætt knýttir at innara marknaðoinum í ES, og at tað er gott fyri allar partar.

Formaðurin í ES nevndini, Jean-Claude Juncker, segði seg bæði fegnast og ivast. Hann var fegin um, at avtalan varð samtykt, men ivaðist um bretsku avgerðina.

- Vit hava roynt at fáa avtaluna so góða sum gjørligt fyri báðar partar, men tað er greitt, skilnaður ongantíð er góður, segði hann.

Samstundis fegnast leiðslan í ES um, at hini 27 londini í samveldinum megnaðu at standa saman í samráðingunum og um avtaluna.

Og tað ætla leiðararnir báðir, Jean-Claude Juncker og Donald Tusk, at nýta sum grundarlag fyri at menna samveldið.

 

19 mánair til Brexit

Nú er greitt hjá bretum at fara úr ES 29. mars næsta ár við eini fráfaringaravtalu, sum er 19 mánaðir. Tá byrja samráðingarnar um samstarvið í framtíðini.

Roknað verður við, at ES tingið fer at góðkenna avtaluna í januar ella í februar, sigur formaðurin í tinginum, Antonio Tajani.

Men enn eru ikki allar súðir syftar í málinum, tí ætlanin er, at undirhúsið í bretska parlamentinum skal umrøða avtaluna frá 10. til 12. desember. Og í Bretlandi tykist støðan ógreið.

Tað heldur eisini svenski forsætisráðharrin, Stefan Løfven, eftir fundin í Burxelles fyrrapartin.

- Bretar eru í tvístøðu, tí har eru fólk sum vilja úr ES, men har eru eisini fólk sum ynskja at verða verandi í ES, so støðan í Bretlandi er munandi spentari enn støðan millum hini 27 londini, sigur Løfven.

 

Bretar sleppa at hálsa um

Bretski forsætisráðharrin, Theresa May, hevur sett sær fyri at ferðast kring landið fyri at greiða fólkinum frá, at talan er um eina góða avtalu. Og hon vónar at veljararnir fara at leggja trýst á bretsku poilitikararnar, so teir fara at atkvøða fyri avtaluni.

- Hetta er avtalan, svaraði Juncker, tá hann varð spurdur, um bretar kunnu venda aftur til ES, um undirhúsið vrakar avtaluna í desember.

Men eygleiðarar siga seg ikki ivast í, at bæði Jean-Claude Juncker og Donald Tusk fara boða frá, at bretar kunnu verða verandi í samveldinum, um bretsku polittikararnir fara at vraka avtaluna.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. februar
EM-tíðindi - 1. feb 2026
203550
Sunnudag 1. februar
Ættirnar syngja og suða
203544
Sunnudag 1. februar
Bolero
203545
Sunnudag 1. februar
Gudstænasta í Sjóvar kirkju
203546
Sunnudag 1. februar
Akademia: Umhvørvisetikkur
203519
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. januar
Veðrið
203507
Hósdag 29. januar
Anna Maria 1807
203450
Hósdag 29. januar
Veðrið
203446
Mánadag 26. januar
Veðrið
203256