Stovnarin av Polar Seafood deyður

Stovnarin av Polar Seafood deyður
Anders Brøns varð í gjáramorgunin funnin lívleysur á sjónum í havnini í Ålborg.
 
08.12.2018 - 16:30

Stovnarin av stóru fiskivinnufyritøkuni, Polar Seafood, í Grønlandi, er deyður.

Anders Brøns, sum var 68 ára gamal, varð í gjáramorgunin funnin lívleysur á sjónum í havnini í Ålborg. Seinni varð staðfest, at hann var deyður.

Politiið hevur ongan illgruna um nakað brotsverk. Teirra meting er, at Anders Brøns er dottin á sjógv og druknaður.

Polar Seafood er størsta privata fyritøkan í Grønlandi við yvir trimum milliardum krónum í árligum umsetningi.

Felagið eigur fleiri flakavirki, flakatrolarar og fiskiskip.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290