Svøríki: Skulu hava váttan fyri at skjóta rakettir

Svøríki: Skulu hava váttan fyri at skjóta rakettir
Næsta ár skulu øll tey, sum vilja keypa rakettir, hava ein váttan frá kommununi, skrivar svenska Aftonbladet.
 
28.12.2018 - 10:20

Í Svøríki verða krøvini herd fyri tey, sum vilja keypa rakettir til nýggjárið.

Næsta ár skulu øll tey, sum vilja keypa rakettir, hava ein váttan frá kommununi, skrivar svenska Aftonbladet.

Og tað verður eisini álagt teimum, sum selja rakettir, at spyrja um váttan.

Lógin kemur í gildi tann 1. juni næsta ár.

Endamálið við lógini er serliga at minka um skaðatilburðirnar av fýrverki.

Kravið fevnir ikki um fýrverk annars.

Fleiri handlar í Svøríki eru givnir at selja rakettir, millum annað fyri at verja umhvørvið. 

Svenski myndugleikin fyri trygd og tilbúgving sigur seg kortini vera fullgreiðan yvir, at nógv fýrverk verður keypt á internetinum, og at tað ber illa til at steðga tí ólógliga handlinum.

Í 2014 varð eisini forboð sett móti størri rakettum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. juni
Radio Stjernekilde - Partur 5
209131
Leygardag 20. juni
Morgunlestur leygardagur 20.juni 2026
209568
Fríggjadag 19. juni
Vikuskiftið 19 juni 2026
209945
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976
Leygardag 20. juni
Video: 6mf kvinnur, jóansøka 2026
209974