Rýma úr UNESCO

Rýma úr UNESCO
Um ársskiftið tóku USA og Ísrael seg úr mentanar-, útbúgvingar- og granskingarnevndini hjá ST, sum eitur UNESCO.
UNESCO virkar millum annað fyri at varðveita mentanararvin í øllum heiminum.
 
06.01.2019 - 11:50

Stjórnirnar í USA og Ísrael halda, at nevndin í UNESCO alt ov ofta finst at Ísrael.

Hóast tað ikki fer at hava stórvegis broytingar við sær, so verður mett, at serliga amerikanska stigið hevur týdning, tí USA var við til at stovna UNESCO eftir seinna heimsbardaga.

Longu í oktober í 2017 boðai amerikanski forsetin frá, at USA fór at taka seg úr nevndini, og stutt eftir boðaði ísraelski forsætisráðharrin frá tí sama.

ST sendiharrin hjá Ísrael, Danny Danon, sigur, at landið ikki vil vera partur av eini nevnd, hvørs limir bert tykjast at hava til endamáls at sverta Ísrael.

USA hevur kravt fleiri broytingar í nevndini, sum er mest kend fyri at varðveita mentanararvin í øllum heiminum.

Stovnurin virkar eisini fyri at betra um útbúgvingarmøguleikarnar hjá gentum, kunna um tað sum hendi undir seinna heimsbardaga og at verja talufrælsið.

Fíggjarliga fær avgerðin ikki stórvegis týdning, tí longu í 2011 góvust tey at rinda til stovnin, eftir at palestinar fingu limaskap í UNESCO.

USA hevur einaferð fyrr tikið seg úr UNESCO, tað var í 1984, tá táverandi forsetin, Ronald Reagan, segði, at UNESCO varð nýtt til at fremja sovjettisk áhugamál kring heimin.

19 ár seinni, fleiri ár eftir at Sovjetsamveldið datt sundur, gjørdist USA aftur limur í UNESCO.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 4. juni
Morgunlestur hósdagur 4.juni 2026
208843
Mikudag 3. juni
Radio SALT - 030626
209266
Mikudag 3. juni
Dylan 85 (4:4)
209251
Mikudag 3. juni
Skratsj 3. juni 2026
209243
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233
Týsdag 2. juni
Veðrið
209207
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155