USA leggur trýst á Venesuela

USA leggur trýst á Venesuela
Í eini roynd at noyða forsetan í Venesuela at lata valdið frá sær, hevur USA hert tiltøkini móti oljuídnaðinum í Venesuela
 
29.01.2019 - 09:11

USA hevur hert tiltøkini móti týdningarmikla oljuídnaðinum í Venesuela, í eini roynd at noyða forsetan í landinum, Nicolas Maduro, at lata valdið frá sær til andstøðuna.

USA er millum tey londini, sum hava viðurkent andstøðuleiðran, Juan Guaido, sum nýggjan fyribilsforseta í Venesuela.

John Bolton, trygdarráðgevi í Hvítu húsunum í Washington, sigur, at væntandi fara tiltøkini móti almenna oljufelagnum í landinum at hava við sær, at Venesuela missir útflutningsvirði fyri 11 milliardir dollarar næsta árið.

Nicolas Maduro, forseti, ætlar at svara aftur.

Hann segði í einari røðu í gjárkvøldið, sum varð sjónvarpað, at hann hevur givið stjóranum í oljufelagnum boð um at leggja málið fyri bæði amerikanskar og altjóða dómstólar.

Maduro sigur, at USA, við at herða tiltøkini, roynir at stjala dótturfelagið, sum oljufelagið í Venesuela hevur í USA.

Higartil hevur Donald Trump, forseti, aftrað seg við at seta tiltøk í verk móti oljuídnaðinum í Venesuela, tí tað kann fáa oljuprísin í USA at hækka, og eisini raka hart roynda fólkið í Venesuela. 

Einki bendir á, at Maduro, forseti, ætlar at leggja frá sær.

Hann sigur, at USA stendur á odda fyri eini kvettroynd móti sær.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 24. juni
Skratsj 24. juni 2026
210120
Mikudag 24. juni
Morgunlestur mikudagur 24.juni 2026
209940
Týsdag 23. juni
Millum tøkini #11: Jóansøka
210084
Týsdag 23. juni
Morgunlestur týsdagur 23.juni 2026
209939
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107
Týsdag 23. juni
Veðrið
210087
Mánadag 22. juni
Veðrið
210033
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980