Ein HIV-sjúklingur í London er vorðin frískur

Ein HIV-sjúklingur í London er vorðin frískur
Í hálvtannað ár hevur sjúklingurin ongan heilivág fingið, eftir at hann fekk merg-flutning við kyknum, sum eru mótstøðuførar móti virus
Timothy Ray Brown (Berlin-sjúklingurin), sum hevði HIV, men nú er frískur
Mynd: AP  
 
05.03.2019 - 09:52

Tað skrivar Washington Post. Hetta hevur givið vónir um, at hann kann gerast nummar tvey, sum nakrantíð er vorðin frískur frá sjúkuni. 

Sambært amerikanska blaðnum, er tað framvegis ov tíðliga at siga, at maðurin er fullkomiliga lektur eins og Timothy Brown gjørdist fyri 10 árum síðani. 

Sonevndi Berlin-sjúklingurin ikki eindømi

Timothy Brown, ið seinni gjørdist kendur sum "Berlin-sjúklingurin", fekk ein líknandi merg-flutning.

- Eg haldi, at hetta er sermerkt. Tað vísir, at Berlin-sjúklingurin ikki var eitt eindømi, og at hetta er skynsamur máti, sigur Daniel Kuritzkes á Brigham og Women's Hospital við blaðið.

Sjúklingurin í London fekk kyknurnar frá einum donori, sum hevði brek í CCR5-íleguni, sum er partur av viðgerðini.

Vandamikil viðgerð

Sambært Washington Post er eitt av eyðkennunum við íleguni, at hon goymir eitt protein, sum er kritiskt móti, at HIV fer í blóðkyknurnar. Tað sama var við Berlin-sjúklinginum, tá hann var í viðgerð.

Talan er um vandamikla viðgerð, og hon verður bara gjørd, tá góð klinisk orsøk er til at gera hana. Donorar skulu eisini samsvara genetiskt við sjúklingin.

Umleið 37 milliónir fólk hava HIV-virusið. Nærum 60 prosent av teimum megna at halda tí niðri við heilivági. Umleið ein millión fólk doyggja av HIV um árið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. apríl
PLÁTUPANELIÐ #39 (1977)
206615
Leygardag 4. apríl
Tvey velja páskatónleik
206614
Leygardag 4. apríl
Jambalaja - 040426
206613
Leygardag 4. apríl
Upp á tá - 030426
206605
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. apríl
KAKUMiKS 2 (3:7)
206554
Fríggjadag 3. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
206597
Hósdag 2. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
206563