Skálaspælari í landsliðshópinum

Skálaspælari í landsliðshópinum
Skálamálverjin er nýggjur í landsliðshópinum, sum Lars Olsen hevur úttikið í dag
 
11.03.2019 - 12:05

Lars Olsen, landsliðsvenjari, hevur úttikið tjúgu spælarar til EM-undankappingardystirnar ímóti Malta og Rumenia.

Karstin Hansen úr Skála er fyri fyrstu ferð partur av hópinum.

Jóan Símun Edmundsson var ikki tøkur til teir síðstu dystirnar í UEFA Nations League kappingini orsaka av skaða, men hann er við nú.

Lars Olsen hevur møguleika at úttaka 23 spælarar, men hevur valt bara at taka tjúgu spælarar hesaferð. 

Sum skilst er tað eftir boðum frá FSF, tí talan er um at spara útreiðslur.

Tað hevur millum annað við sær, at spælarar sum Gunnar Vatnhamar, Meinhard Olsen og Jógvan Rói Davidsen ikki eru úttiknir hesaferð.

Føroyar spæla ímóti Malta 23.mars og ímóti Rumenia 26.mars. Báðir dystirnir eru á útivølli.

Hópurin:

Gunnar Nielsen, FH
Teitur M. Gestsson, HB
Karstin Hansen, Skála

Atli Gregersen, Víkingur
Odmar Færø, Ham Kam
Viljormur Davidsen, Vejle
Magnus Egilsson, HB
Gilli Sørensen, Brann
Sonni R. Nattestad, Fredericia

Heini Vatnsdal, Fremad Amager
Rene Shaki Joensen, Grindavík
Hallur Hansson, AC Horsens
Brandur H. Olsen, FH
Rógvi Baldvinsson, Bryne
Kaj Leo í Bartalsstovu, Válur
Árni Frederiksberg, B36
Sølvi Vatnhamar, Víkingur

Jóan Símun Edmundsson, Arminia Bielefeld
Jákup Thomsen, FH
Klæmint Olsen, NSÍ 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 11. mai
Status eftir 9. umfør
208190
Mánadag 11. mai
Morgunlestur mánadagur 11.mai 2026
208057
Sunnudag 10. mai
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
208155
Sunnudag 10. mai
Bolero
208154
Sunnudag 10. mai
Credo: Ora et labora.
208078
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 11. mai
Kakumiks 2 (7:7) - teknmálstulkað
208194
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164
Sunnudag 10. mai
Misery
208162
Sunnudag 10. mai
Andaktin
208158