MEST 16 milliónir krónur í avlopi í 2018

MEST 16 milliónir krónur í avlopi í 2018
MEST samtakið hevði 16 milliónir krónur í avlopi eftir skatt í 2018
 
16.03.2019 - 10:34

Nettosølan var 446 milliónir krónur og bæði skipasmiðju- og framleiðsluraksturin gav avlop, eins og dótturfelagið PAM Offshore Service eisini hevði yvirskot í fjør. Í MEST samtakinum starvast gott 400 starvsfólk.

Gongdin seinastu árini hevur verið góð, og er MEST ein fíggjarliga sterk fyritøka við einum soliditeti yvir 40%.

MEST samtakið fevnir um MEST skipasmiðjurnar í Havn og á Skála, MEST framleiðsluútgerð í Runavík og PAM-Offshore Service, sum veitir tænastur til frálandavinnuna í Noregi.

Leiðslan metir, at útlitini til aftur at fáa eitt nøktandi úrslit eru til staðar, og tað er við góðum treysti at farið er inn í 2019.

Upplýst verður, at gongd nú er komin á at byggja nýggja havrannsóknarskipið, og at skrokkurin kemur til Føroyar seint í summar, sigur Mouritz Mohr, stjóri.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mai
Morgunlestur hósdagur 28.mai 2026
208232
Mikudag 27. mai
Skratsj 27. maj 2026
208865
Mikudag 27. mai
Eitt korter við klassiskum
208859
Mikudag 27. mai
Morgunlestur mikudagur 27.mai 2026
208231
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 27. mai
Lokkin 1:2
109457
Mikudag 27. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208852
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816
Mánadag 25. mai
Andaktin 2. Hvítusunnudag
208776