Sigurfari til upphøggingar

Sigurfari til upphøggingar
Býráðið í Akranesi hevur biðið Minnisgrunninum, sum eigur gomlu sluppina, Sigurfari, um loyvi at koyra gomlu sluppina til upphøggingar
Mynd: RUV  
 
31.03.2019 - 15:15

Sluppin Sigurfari stendur uppi á landi í býarsavninum á Akranesi.

Býráðið sigur, at sluppin er kannað og nóg mikið at lutum, myndum og royndum eru tryggjaðar. Hon verður fyrst lýst til sølu, men er eingin keypari, skal hon høggjast upp. 

Sluppin varð smíðað í Onglandi í 1885, keypt til Íslands í 1897 og til seld til Føroya í 1920. 

Sigurfari fiskaði líka til í 1970. Í 1974 varð hon aftur seld til Íslands. Hon varð sett upp á land og hevur verið býarmynd á Akranesi síðani. 

Akranes Kommuna hevur fyrr sagt, at hon hevur ikki ráð at hava sluppina, og eingin annar hevur boðið seg fram.

Fyri fýra árum síðani kundi kommunan fáa 245.000 kr. úr einum grunni til at umvæla Sigurfara, men mentanarnevndin hjá býráðnum mælti til at siga nei takk, tí teir pengarnir gera ongan mun kortini.

Í staðin fyri varð leiðarin á býarsavninum biðin um at gera ætlan um, hvussu Sigurfari skal beinast burtur.

Í 2007 lovaði landið at lata tríggjar milliónir krónur til at umvæla Sigurfara. Men teir pengarnir komu ongantíð.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541