Ivast í fráfaringarløn hjá varafólkum í tinginum

Ivast í fráfaringarløn hjá varafólkum í tinginum
Grein 25 nevndin, sum viðger løn og eftirløn hjá tingfólkum, ivast í fráfaringarlønini hjá varafólkum í løgtinginum
Tingnevndin, sum viðger løn og eftirløn hjá tingfólkum, ivast í fráfaringarlønini hjá varafólkum
 
04.04.2019 - 12:31

Nevndin hevur spurt nevndina, sum gjørdi álitið um lønina og eftirlønina, um fráfaringarlønina hjá varafólkum.

Lønarnevndin mælir til, at varafólk, sum hava verið í tinginum longur enn tríggjar mánaðir samanlagt í einum valskeiði og framvegis eru í tinginum ein mánað fyri val, fáa fráfaringarløn, sum svarar til ein dag fyri hvørjar 16 dagar, varafólkið hevur verið í tinginum, men tó í mesta lagi fyri seks mánaðir.

Grein 25 nevndin spyr, hví varafólk, sum eru í tinginum fyri tey, sum fara í landsstýrið, men síðani koma aftur í løgtingið, uttan at val hevur verið, ikki fáa fráfaringarsamsýning.

Grein 25 nevndin umhugsar at boðsenda lønarnevndina og spyrja hana um hetta. Í grein 25 nevndini eru sjey tingfólk, eitt úr hvørjum flokki.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 6. mai
Dylan 85
207986
Mikudag 6. mai
Skratsj 6. maj 2026
207974
Mikudag 6. mai
Eitt korter við klassiskum
207973
Týsdag 5. mai
1. maidagshald í Vágsbotni í Havn
207937
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 6. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207968
Týsdag 5. mai
Veðrið
207947
Mánadag 4. mai
Veðrið
207904