KÍ er nýtt oddalið

KÍ er nýtt oddalið
KÍ vann sín fjórða sigur á rað, og er nú oddalið í Betrideildini
 
18.04.2019 - 20:34

Tað var lagt upp til eitt brak í Gundadali í dag, tá B36 tók ímóti KÍ. KÍ vann dystin 0-3, eftir at hálvleikstøðan var 0-1.

Upp til dystin í dag høvdu B36 vunnið allar sínar dystir, men hesi sigursrøðini steðgaði KÍ við stórum stíli. 

Hóast klaksvíkingar bara høvdu eitt stig eftir at tvey umfør vóru spæld, hava teir nú av álvara funnið formin við fýra sigrum á rað.

Víkingur vann í Trongisvági

Víkingur fekk vent keðiligu gongdini í dag, tá teir spældu ímóti TB. Víkingur vann dystin 1-2. 

TB hava sæð sterkir út tey seinastu umførini, men í dag gjørdust teir ov stuttir tá Víkingur kom á vitjan.

EB/Streymur við enn einum sigri

EB/Streymur vann heldur óvæntað ein tepran 1-2 sigur á útivølli á Skála. 

Skála lá upp til dystin í dag fremst í Betrideildini, og vóru stórfavorittar til at vinna á EB/Streymi. 

Hóast sunndalagsmenninir fingu eina trupla byrjan uppá kappingina, hava teir nú av álvara vent gongdini við tveimum sigrum á rað. 

AB mundi koppa HB

Tað var ein spennandi og málríkur dystur, tá HB og AB møttust í Gundadali í kvøld. 

HB vann dystin 4-3, eftir at AB í trimum umførum fingu javna.

Ársins leikari í fjør Adrian Justinussen syrgdi fyri, at HB fekk øll trý stigini, tá hann skoraði avgerandi málið.

NSÍ vann á ÍF

ÍF var uttan nakran venjara á vitjan í Runavík í kvøld. Tað sá eina løtu út sum, at ÍF fór at fáa stig, eftir at teir løgdu seg á odda í fyrra hálvleiki.

Men miðskeiðis í seinna hálveiki eydnaðist tað NSÍ at opna ÍF verjuna, og fáa tað útjavnandi málið. 

Stutt fyri leiklok legði NSÍ seg á odda, og í tíðini sum dómarin hevði lagt aftrat økti runavíkingar um leiðsluna.

ÍF hava bert fingið eitt stig nú 6. umfar er avrunda. Upp til dystin í dag valdi felagi, at senda venjarin Jógvan Hendrik Samuelsen til hús.


B36-KÍ 0-3 (0-1)

15 min. Simen Sandmæl 0-1
80 min. Darius Lewis 0-2
86 min. Jóannes Bjartalíð 0-3

TB-Víkingur 1-2 (0-0)

49 min. Sølvi Vatnhamar 0-1
52 min. Adeshina Lawal 0-2
90 min. Stefan Radosavljevic 1-2

Skála-EB/Streymur 1-2 (1-0)

44 min Jákup Johansen 1-0
48 min Stefan Løkin 1-1
81 min Niklas Kruse 1-2

HB-AB 4-3 (2-1)

14 min Símun Samuelsen 1-0
32 min Bárður Olsen 1-1
45 min Magnus Egilson 2-1
46 min Bjarki Nielsen 2-2
50 min Adrian Justinussen 3-2
57 min Filip í Liða 3-3
72 min Adrian Justinussen 4-3

NSÍ-ÍF 3-1 (0-1)

27 min Jóhan Petersen 0-1
65 min Oddur Højgaard 1-1
79 min Búi Egilsson 2-1
94 min Jann Benjaminsen 3-1

Støðan

1. KÍ 14 stig
2. Skála 12 stig
3. B36* 12 stig
4. NSÍ 10 stig
5. HB 9 stig
6. TB 8 stig
7. Víkingur* 7 stig
8. EB/Streymur 6 stig
9. AB 3 stig
10. ÍF 1 stig

* hava spælt ein dyst færri enn hini liðini

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 15. mai
Morgunlestur fríggjadagur 15.mai 2026
208061
Hósdag 14. mai
RagnarRokk 14.mai 2026
208246
Hósdag 14. mai
RagnarRokk: Lajon Witherspoon um One
208243
Hósdag 14. mai
Guðstænasta í Vesturkirkjuni
208362
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366
Hósdag 14. mai
Andakt
208365
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208373
Mikudag 13. mai
Andaktin - teknmálstulkað
208343