Ovurfiti og tunglyndi ganga hond í hond hjá børnum

Ovurfiti og tunglyndi ganga hond í hond hjá børnum
Sjey ára gomul, sum eru ovurfeit, hava størri vanda fyri at fáa sálarligar trupulleikar, so sum angist og tunglyndi, tá tey verða 11 ár
 
28.04.2019 - 10:12

Vandin fyri at fáa sálarligar trupulleikar orsakað av ovurfita veksur so líðandi gjøgnum barnaárini, vísir ein stór bretsk kanning, sambært BBC.

Fleiri enn 17.000 børn, sum eru fødd millum 2000 og 2002, luttóku í kanningini, sum tveir granskarar úr Liverpool hava gjørt.

Kanningin hugdi ikki at orsøkum, men granskararnir siga, at tað er sannlíkt, at fátækradømi er ein orsøk til bæði ovurfita og sálarligar trupulleikar.

Gentur hava fleiri trupulleikar

Kanningin hugdi at hædd og vekt hjá børnunum, og frágreiðingum frá foreldrunum um sálarheilsuna hjá børnunum, tá tey vóru trý, fimm, sjey, 11 og 14 ára gomul.

Frá sjey ára aldri vísti tað seg at vera eitt tætt samband millum ovurfita og sálarligar trupulleikar.

Genturnar høvdu hægri BMI og fleiri sálarligar trupulleikar enn dreingirnir. 

Mugu fyribyrgja ovurfita hjá børnum

Úrslitini av kanningini, sum JAMA Psychiatry hevur útvivið, styrkja um orsøkina til at fyribyrgja ovurfita hjá børnum, siga granskararnir. 

Dr. Charlotte Hardman, undirvísari í sálarfrøði á University of Liverpool, sigur, at tað er tó ikki so einfalt, sum at eta minni.

- Fólk halda, at ein bara kann eta minni og íðka meira, men tað er nógv meira samansett enn tað. Ovurfiti og sálarligir trupulleikar eru samanfløktir, sigur hon. 

- Prosenttalið av ovurfita og sálarligum trupulleikum hjá børnum er vaksandi, og tí er tað ein almenn søk at skilja, at tey hanga saman, og bæði hava tey samband við vánaliga heilsu í vaksnamannaárunum, sigur Charlotte Hardmann.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. september
Vitan
213630
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527