Royndarætlan fyri Suðuroynna farin fyri bakka

Royndarætlan fyri Suðuroynna farin fyri bakka
Í gjár fór løgtingið í summarfrí, og fleiri mál fullu burtur. Millum annað ein royndarverkætlan innan eldraøki fyri Suðuroynna
 
04.05.2019 - 12:16

Royndarverkætlanin fyri kommunala samstarvsøkið í Suðuroynni fór fyri bakka, tá løgtingið fór í summarfrí í gjár, uttan at lógaruppskotið hjá Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinnu varð komið úr aftur Trivnaðarnevndini.

Bú- og Heimatænastan er samstarvið millum tær sjey kommunurnar í Suðuroynni um eldraøkið, og endamálið við lógaruppskotinum var at beina burtur dupultfunktiónir á markamótinum millum Almannaverkið og kommunala samstarvið og at lata pening til samstarvið. 

Royndarverkætlanin varð mett at kosta hálvafjórðu millión krónur í ár og hálvafimtu millión næsta ár.

Men tað verður av ongum.

Bú- og Heimatænastan í Suðuroy hevur leingi sagt seg hava ov lítið av peningi til eldrasamstarvið og bað leingi um fund við landsstýrið um tað. Samstarvið vildi hava eina serskipan, sum hana, ið Sandoyggin hevur, men tað vildi landsstýrið ikki.

Tá hótti stýrið fyri eldraøkið við at leggja frá sær, tí tað fekk ikki økið at klára seg fíggjarliga.

Semja varð so gjørd um hesa royndarskipanina, men hon fór fyri skeyti í gjár, tá løgtingið fór í summarfrí uttan at hava samtykt verkætlanina.

Dennis Holm borgarstjóri í Vági vil ikki gera samrøðu um møguligar avleiðingar, fyrr enn tey hava viðgjørt málið.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Hósdag 20. august
RagnarRokk: Mirza Radonjica um Dissolution
210712
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970