- Tíðindi, mentan og ítróttur
Yvir 3000 mál viðgjørd eftir samanleggingina
Arbeiðseftirlitið og brunaeftirlitið, sum vórðu løgd saman í mai í 2017, viðgjørdu yvir 3.000 mál fyrstu tvey árini.
Tað stendur í ársritinum hjá stovninum.
Fyrst og fremst byggivinnan hevur vundið nógv uppá seg seinastu árini.
Í 2016 vóru 600 prosent fleiri byggipláss tilmeldað eftirlitið enn í 2013.
Síðan 2015 hevur Arbeiðs- og brunaeftirlitið gjørt málrættaðar eftirlitsvitjanir í byggivinnuni.
Málið hjá myndugleikanum er, at øll byggipláss skulu vitjast minst eina ferð.
Færri boð nú
Hagtølini vísa ein greiðan samanhang millum málrættaðu eftirlitsvitjanirnar og batar í arbeiðsumhvørvinum, sigur Arbeiðs- og brunaeftirlitið.
Í 2015 vóru boðini um at rætta brek 5,2 í miðal fyri hvørja eftirlitivitjan. Í fjør var hetta miðaltalið komið niður í 1,3.
Fleiri enn 100 køliskipanir og fleiri enn 20 dampketlar eru í rakstri í Føroyum í dag.
Í 2017-2018 gjørdi Arbeiðs- og brunaeftirlitið okkurt um 60 eftirlit við slíkum skipanum, og tað hevði eftirlit við 300 lyftum.
Somu ár gav Arbeiðs- og brunaeftirlitið 59 loyvi til at keypa spreingievni.
Hesi árini flutt Føroyar inn meira enn 3.500 tons av spreingievnum.
Tvær føroyskar fyritøkur eru góðkendar til at flyta inn og selja spreingievni.
Aftur brunaeftirlit
Arbeiðs- og brunaeftirlitið tók regluligu brunaeftirlitini upp aftur í 2018, eftir at hava fyrireikað tey síðan samanleggingina í 2017.
Frammanundan hevði landið ikki havt reglulig brunasýn í nógv ár.
Í 2018 gjørdi Arbeiðs- og brunaeftirlitið 40 brunaeftirlit.
Arbeiðs- og brunaeftirlitið ætlar at gera fleiri brunaeftirlit í ár.
Treytin fyri, at Arbeiðs- og brunaeftirlitið kann virka væl, er tíðarhóskandi fígging.
Lønarhækkingar kosta stovninum 180.000 kr. í ár, sigur Arbeiðs- og brunaeftirlitið.
12 fólk arbeiða í Arbeiðs- og brunaeftirlitinum.